
Heimið við Vágna
Tann 9. november 2013 opnaði Heimið við Vágna, sum er tað nýggjasta hjá NBH. Tað eru 24 búpláss í trimum eindum, 8 á hvørjari eind. Eindin á niðaru hæddini verður nýtt til demenseind burturav. Tvey pláss á Heiminum við Vágna verða nýtt til stutttíðarpláss, eitt á ovari hæddini og eitt á niðaru hæddini.
Í norðara enda í niðaru hæddini er dagtilhaldið Búðatrøð.
Kristina Viderø Nysted, sjúkrarøktarfrøðingur, er deildarleiðari.
Til ber at søkja um búpláss og aðrar tænastur umvegis leinkið niðanfyri.
Adressa:
Sævargøta 1
700 Klaksvík
Tel. 408400
nbh@nbh.fo