DJI 0371

Sambýlið á Heygnum

Tann 16. mars 2003 opnaði Sambýlið á Heygnum. Húsið er í tveimum hæddum. 
Á ovaru hæddini eru 15 pláss, harav fimm til samdøgursrehabilitering, sjey stutttíðarpláss og trý búpláss. 
Sambýlið á Heygnum er í eini tilgongd til at virksemið á eindini  framyvir verður samdøgurðsrehabilitering og stutttíðarpláss burturav. Tí ber ikki longur til at søkja um búpláss á Sambýlinum á Heygnum.

Sólgerð Vang, sjúkrarøktarfrøðingur, er deildarleiðari.

Virkishúsið Smæran og venjinarhølini “Ven og Virka” húsast í niðaru hæddini.

Til ber at søkja um tænastur umvegis leinkið niðanfyri.

Umsókn um tænastur

Adressa:
Undir Kráarbrekku 1
700 Klaksvík
Tel. 458483
nbh@nbh.fo