Bólkaleiðarar til Uppistovu og Niðristovu

Leingist tær eftir einum meiningsfullum, avbjóðandi starvi, har tú fært brúkt tínar fakligu førleikar til fulnar uttan at órógvast hvørt vikuskifti? – So er eitt starv sum bólkaleiðari á Uppistovu ella Niðristovu kanska tað rætta fyri teg.

Vit sóknast eftir 
Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at gerast bólkaleiðarar á ávíkavist Uppistovu og Niðristovu. Talan er um starvsbrot 0,8 frá 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu. Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja dygd í tænastuni og stuðla deildarleiðsluni.

Uppgávurnar fevna um, at

  • Skipa gerandisdagin hjá einstaka búfólkinum og leggja røktina tilrættis, við støði í tørvi og ynski hins einstaka (PCC)
  • Tryggja nøktandi skjalfesting, herundir dagførdar støðulýsingar, virkis- og røktarætlanir
  • Tryggja at læknafyriskrivaðar viðgerðir verða framdar og eftirmettar
  • Tryggja skipaðar samrøður við avvarðandi og kontaktpersónar
  • Eygleiða førleikar og atburð hjá starvsfólkum við atliti at menning, kunning, stuðul og undirvísing
  • Stuðla undir menning av fakligum førleikum og etiskum umhugsi hjá starvsfólkunum
  • Tryggja rættar arbeiðsgongdir, og at starvsfólk kenna og arbeiða eftir mannagongdum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH
  • Saman við deildarleiðara tryggja, at Uppistova og Nirðistova lúka lógar- og eftirlitskrøv
  • Hava ábyrgd av Norðoya Røktarheimi 4. hv. vikuskifti
  • Avloysa deildarleiðaran í ferium
  • Stuðla undir dygdargott samstarv tvørtur um fak, eindir og geirar

Førleikakrøv og karmar 
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið, eins og leiðslu, kunnu vera fyrimunir. Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum bólkaleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við deildarleiða, starvsfólk, borgarar og teirra avvarðandi. Góð samstarvs- og samskiftisevni eru tí týdningarmiklir eginleikar. 

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður roknað við, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum. 

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Fyri at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í veningarhølunum ‘Ven og Virka’.

Lønar- og setanartreytir 
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til:
Mariu Danielu í Garði Skála, virkandi deildarleiðara á Uppistovu, tel. 793430, tpost.mariag@nbh.fo, ella
Lív við Ravnagil, deildarleiðara á Niðristovu, tel. 793435, tpost. livr@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík. 

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 25. september 2026