Deildarleiðari til ergoterapeutiska virksemið í Norðoya Bú- og Heimatænastu
Vit sóknast eftir deildarleiðara til ergoterapeutiska partin av okkara fysio- og ergoterapieind, Ven og Virka, frá 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er fulltíðarstarv. Er ynski um tað, ber til at gera avtalu um lægri brøk, tó ikki minni enn 0,8.
Sum deildarleiðari fert tú bæði at hava dagligu leiðsluna av ergoterapeutiska partinum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, um hendi, eins og at ganga á odda í útinnanini av ergoterapi.
Ábyrgdarøkið hjá tær verður at tryggja dygd og menning av ergoterapeutiska partinum av Ven og Virka og í einum tvørfakligum toymi. Harumframt:
· At arbeiða fyri einum góðum samstarvi við allar eindir í NBH
· At kanna, greina og meta um ADL-førleikar hjá eldri borgarum og seta átøk í verk í mun til hetta
· At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar í gerandisdegnum
· At vera partur av rehabiliteringstoyminum
· At hava ábyrgd av hjálpartólaøkinum
· At undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
Arbeiðið hjá ergoterapeutunum fer fram í fysio- og ergoterapeuteindini, Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í NBH.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur. Harumframt kunnu royndir innan ergoterapi og leiðslu vera fyrimunir.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta, evni til sjálvstøðugt at samskipa arbeiðið, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Somuleiðis at tú ert fleksibul og virkisfús/-ur í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.
Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á heilsuframa, fyribyrging og rehabilitering, soleiðis at eldri borgarar verða stuðlaðir í at búleikast heima sum longst og megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk m.a. sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning. Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Ergoterapeutfelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu Ellingsgaard Jensen, stjóra, á tel. 793401 ella við telduposti til marnae@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 25. mai 2026.