Deildarleiðari til Sambýlið á Heygnum
Vit sóknast eftir deildarleiðara til Sambýlið á Heygnum at byrja í starvi 1. november 2026 ella eftir avtalu. Talan er um fulltíðarstarv.
Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir í leiðslu kunnu vera fyrimunir.
Sambýlið á Heygnum er í eini tilgongd, har arbeitt verður fyri, at virksemið á eindini verður skipað sum stutttíðaplássum við samdøgursrehabilitering og umlætting til heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum.
Í løtuni eru fimm pláss til samdøgursrehabilitering, níggju umlættingarpláss og eitt búpláss.
Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert sum deildarleiðari at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.
Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum og gongur á odda í at implementera ein rehabiliterandi hugburð.
Bæði í sambandi við samdøgurðsrehabilitering og umlætting inniber starvið nógva samskipan, bæði í tvørfakligum toymi og tvørtur um geirar. Somuleiðis krevur starvið, at tú megnar at umstilla teg, hava gott yvirlit og halda skil á nógvum samstundis.
NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.
Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofilar og setnartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tel. 793410, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til solgerdv@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning, ummælum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.