Deildarleiðari til Sambýlið í Bøgøtu – endurlýsing

Ásannandi at fleiri ikki vilja binda seg til eitt fulltíðar-deildarleiðarastarv, men kortini eru áhugað í at leiða, roynir Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, nýggjar leiðir við at seta tveir deildarleiðarar í hálva tíð til at manna deildarleiðsluna á Sambýlinum í Bøgøtu. 

Sambýlið í Bøgøtu er eitt sera hugnaligt heim, sum er karmur um 6 búpláss hjá fólkum, ið hava fingið staðfest demenssjúku.

Vit sóknast eftir 
Einum sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara á starvsbroti 0,5 at byrja 1. oktober 2026.
Tú kemur at hava leiðsluna fulla tíð 2. hv. viku, og kanst so hina vikuna taka vaktir í NBH, um tú ynskir at arbeiða meira. 

Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari. Útbúgving og royndir í leiðslu og innan demensøkið kunnu vera fyrimunir.

Starvsinnihald
NBH er í støðugari menning, og tú fert at hava ein týðandi leiklut í hesi tilgongd. Eisini verður tú saman við hinum deildarleiðaranum partur av leiðslutoyminum hjá NBH.

Tú fert at fáa fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk, búfólk og avvarðandi teirra. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

Hjá NBH leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at tú tekur lut í og setur dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum. 

NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Sólgerð Hvidbro, varastjóra fyri NBH, á tel. 793404, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning, ummælum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin er á middegi 11. september 2026.