Heilsurøktara til ergoterapieindina í Ven og Virka

Vit sóknast eftir einum heilsurøktara til ergoterapieindina í Norðoya Bú- og Heimatænastu, Ven og Virka.

Talan er um fast starv frá 1. januar 2027 á starvsbroti 0,7 ella eftir nærri avtalu.

Ábyrgdarøkið hjá tær verður at hjálpa til í ergoterapeutiska virkseminum í NBH, herundir:

  • At stuðla eldri borgarum í at varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
  • At undirvísa og ráðgeva borgarum og avvarðandi
  • At hava ábyrgd av hjálpartólum
  • Annað fyrifallandi arbeiði
  • Arbeiðið fer fram í Fysio- og ergoterapeuteindini Ven og Virka, heima hjá borgarum í Norðoyggjum og á búeindunum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari.
Vit kunnu bjóða tær eitt framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum í tvørfakligum samstarvi leggur dent á rehabilitering og sostatt stuðlar eldri borgarum í at búleikast heima sum longst og megna sín gerandisdag út frá ynskjum og tørvum hins einstaka.

Ven og Virka hevur góðar karmar og fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av støðugu menningini av tilboðum og tænastum.

Vit vænta tí, at tú hevur góð evni at samskifta eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Somuleiðis at tú ert fleksibul og virkisfús/-ur til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk m.a. sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning. Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni www.nbh.fo.
Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum FMR/KAF og Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Eyðbjørg Jacobsen, deildarleiðara, á tel. 793465 ella við telduposti til eydbjorgja@nbh.fo. Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 16. november 2026.