Heilsurøktari, heilsuhjálpari og hjálparfólk til Heimið við Vágna
Vit sóknast eftir
Heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum í fast starv at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstørv, men møguleiki er fyri lægri starvsbroti. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Heiminum við Vágna eru 24 búpláss í trimum eindum, harav tvey eru stutttíðarpláss. Eina eindin er demenseind burturav.
Endamálið við starvinum er at tryggja eina dygdargóða tænastu og røkt við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.
Førleikakrøv og karmar
Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, men tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur eina av hesum útbúgvingum. Royndir innan demensøkið kunnu vera fyrimunir.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, búfólk og avvarðandi, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.
Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði
síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni,
https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Eyðdis Niclasen, bólkaleiðari á tel. 793448 ella við telduposti til eyddisn@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, góðkennning v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 7. september 2026, harafturat tekur NBH sær loyvi at seta skikkað fólk so hvørt umsóknirnar koma.