Heilsurøktari í farloyvisstarv til Norðoya Ellis- og Vistarheim

Vit sóknast eftir 
Heilsurøktara í farloyvisstarv frá 1. november 2026 til 30. september 2027. Setanarbrotið er 0,8, men møguleiki er fyri lægri ella hægri broti.  Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 9 búfólk. Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum stuðul, umsorgan, røkt og sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.  

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst, at tú hevur útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum. 
Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsurøktarafelagið.  

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793420 ella við telduposti á dianaj@nbh.fo.  

Skrivlig umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 24. september 2026.