Heilsurøktari og heilsuhjálpari til samdøgursrehabilitering- og umlættingareindina á Sambýlinum á Heygnum

Vit sóknast eftir

  • Heilsurøktara á setanarbroti 0,8 frá 1. september 2026. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
  • Heilsuhjálpara á setanarbroti 0,75 frá 1. september 2026. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Sambýlið á Heygnum er í eini tilgongd, har arbeitt verður fyri, at virksemið á eindini verður skipað sum samdøgursrehabilitering og umlætting til heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum.
Í løtuni eru fimm pláss til samdøgursrehabilitering, átta umlættingarpláss og tvey búpláss.

Arbeiðið fevnir um
At veita dygdargóða røkt, stuðul og umsorgan til heimabúgvandi borgarar og búfólk. Arbeitt verður miðvíst og rehabiliterandi út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka borgaranum/búfólkinum, og at stuðla undir at borgarin klárar seg sjálvur og kann vera heima sum longst.

Førleikakrøv og karmar
Starvið krevur útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari og útbúgving sum heilsuhjálpari. Royndir innan rehabilitering og eldraøkið kunnu vera fyrimunir.

Vit vænta, at tú í tínum arbeiði hevur ein rehabiliterandi hugburð og tilgongd til arbeiðið. Somuleiðis verður væntað, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, borgarar og avvarðandi og megnar at virka í einum tvørfakligum toymi. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/-ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.

Tænastan er í støðugari menning. Tú mást tí tola at vera í eini broytingartilgongd, har virkisfýsni og fleksibilitetur eru neyðugir førleikar.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við sera nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum fyri starvsfólk m.a. sæst aftur í, at tað hjá NBH eru góðir møguleikar fyri fakligari menning. Nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/

Starvsfólk kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’ eftir ávísari skipan.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. 793410 ella við telduposti solgerdv@nbh.fo. Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 6. juli 2026.