Heilsurøktari til heimarehabiliteringstoymið
Fyri at betra um tænastustøðið fer Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, í næstum undir heimarehabilitering. Endamálið við heimarehabilitering er at stuðla borgarum, sum søkja um tænastur frá NBH, at verða so sjálvbjargnir, sum gjørligt, og at búleikast heima sum longst og harvið økja um lívsgóðskuna.
Í hesum sambandi verður søkt eftir einum heilsurøktara til tvørfakliga toymið fyri heimarehabilitering. Starvið er staðsett í Heimatænastuni. Talan er um fulltíðarstarv at byrja 1. mars ella eftir nærri avtalu. Fyrsta árið, meðan heimarehabiliteringin er royndarverkætlan, verður arbeitt yrkadagar í dagvaktum. Tó kann verða neyðugt at gera broytingar í arbeiðsinnihaldi og arbeiðstíð, tá ið royndarverkætlanin er eftirmett. Tí verður væntað, at tú ert fleksibul í mun til starvsuppgávurnar og skipanina av starvinum.
Arbeiðið fevnir millum annað um, at:
· Samskifta, stuðla og ráðgeva borgarum og avvarðandi
· Seta mál saman við borgarum
· Meta um tørv, seta í verk og eftirmeta tænastur
· Stuðla og ráðgeva starvsfeløgum
· Skjalfesta og dagføra viðkomandi skjøl
· Luttaka á tvørfakligum fundum
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari.
Vit vænta, at tú í tínum arbeiði hevur ein rehabiliterandi hugburð og tilgongd til arbeiðið. Somuleiðis verður væntað, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, borgarar og avvarðandi og megnar at virka í einum tvørfakligum toymi. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/-ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum samstarvsfeløgum, sum gevur tær møguleikar fyri sparring.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi síggjast aftur í visjónini hjá NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/. Tú fært tí møguleika fyri at førleikamenna teg innan økir, ið eru viðkomandi fyri starvið.
Fyri at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í veningarhølunum ‘Ven og Virka’ í Klaksvík.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793470 ella við teldposti til perj@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 26. januar 2026.