Heilsurøktari til Heimið við Vágna

Vit sóknast eftir:
Heilsurøktara á setanarbroti 1,0 ella eftir nærri avtalu at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna eru 24 búpláss í trimum eindum, harav tvey eru stutttíðarpláss. Eina eindin er demenseind burturav.
Endamálið við starvinum er at tryggja eina dygdargóða tænastu og røkt við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, búfólk og avvarðandi, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.
Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Kristinu Viderø, deildarleiðara, á tel. 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo.  Umsókn, við avritum av prógvum, góðkennning v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 1. juli 2026