Heilsurøktari til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi
Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan eldraøkið? So er møguleikin her!
Vit sóknast eftir
Heilsurøktara til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi frá 1. februar 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvsbrotið er 0,8, og arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.
Á Niðristovu búgva 14 búfólk. Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum stuðul, umsorgan, røkt og sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst, at tú hevur útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.
Fyri at røkka endamálinum vænta vit, at tú leggur orku í at tryggja eitt gott samskifti við búfólk, avvarðandi og starvsfelagar, eins og í samstarvi tvørtur um fak og eindir, har tú lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir ein tryggan gerandisdag. Eisini verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur, eins og góða upplæring.
Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lív við Ravnagil, deildarleiðara, á tel. 793435 ella við telduposti til livr@nbh.fo
Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 29. desember.