Reingerðarfólk til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi

Vit sóknast eftir
Tveimum reingerðarfólkum á setanarbroti 0,75 at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður fimm dagar um vikuna. Arbeitt verður yrkadagar og annan hvønn leygardag frá kl. 08:00 til 14:00.  

Á Niðristovu búgva 14 búfólk.

Førleikakrøv og karmar
Vit vænta:

  • At tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri í mun til trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum.
  • At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við bú- og starvsfólk, eins og avvarðandi.
  • At tú ert fleksibul í mun til at loysa arbeiðsuppgávurnar og til framhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu. 

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.
 
Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- og Arbeiðsmannafelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lív við Ravnagil, deildarleiðara, á tlf. 793435 ella við telduposti til livr@nbh.fo.  

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 1. september 2026.