Reingerðingsfólk til Sambýlið á Heygnum

Vit sóknast eftir reingerðingsfólki til Sambýlið á Heygnum frá 1. november 2026 á setanarbroti 0,6. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Sambýlið á Heygnum er í eini tilgongd, har arbeitt verður fyri, at virksemið á eindini verður skipað sum samdøgursrehabilitering og umlætting til heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum. Í løtuni eru fimm pláss til samdøgursrehabilitering, níggju umlættingarpláss og eitt búpláss.


Førleikakrøv og karmar

Vit vænta:

  • At tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri hvat trivnað og heilsu hjá eldri borgarum viðvíkur.
  • At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við borgarar, starvsfólk, eins og avvarðandi.
  • At tú ert fleksibul at loysa arbeiðsuppgávurnar og til framhaldandi at menna dygdargóða tænastu.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.
Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.


Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- og Arbeiðsmannafelag.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. 793410 ella við telduposti til solgerdv@nbh.fo Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 15. oktober 2026.