Røktarstarvsfólk til Sambýlið í Bøgøtu
Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og fáa royndir innan demensøkið? So er møguleikin her!
Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara ella heilsuhjálpara við áhuga fyri demensøkinum til Sambýlið í Bøgøtu frá 1. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvsbrotið er 0,9, og arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.
Í Sambýlinum í Bøgøtu búgva seks búfólk, sum hava fingið staðfest demenssjúku. Høvuðsendamálið við starvinum er at veita dygdargóða røkt út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum og at stuðla undir ein tryggan gerandisdag.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari, ella at tú hevur útbúgving sum heilsuhjálpari. Um tú ikki hevur nakra av hesum útbúgvingum, ert tú tó vælkomin at søkja, um tú hevur áhuga fyri starvinum.
Harumframt krevst persónligir eginleikar og fakligir førleikar, sum gera teg føran fyri at veita persónsmiðsavnandi røkt og umsorgan tillagað einstaka búfólkinum, ið stuðlar undir lívsgóðsku og at varðveita samleikan hjá búfólkunum.
Eisini verður væntað, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, búfólk og avvarðandi, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.
Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðari upplæring, nógvum fakligum avbjóðingum og eldhugaðum starvsfeløgum.
Fyri at stuðla undir tína heilsu stendur tær í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Kristvør Svarvadal, deildarleiðara, á tel. 793425 ella við telduposti til kristvorj@nbh.fo.
Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.