Sjúkrarøktarfrøðingur til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi

Vit sóknast eftir                                                          

Sjúkrarøktarfrøðingi at byrja frá 1. februar 2026 ella eftir nærri avtalu á setanarbroti 0,8. Arbeiðið fevnir um dagvaktir og annað hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri hægri starvsbroti, um arbeitt verður í vaktum. 

Niðristova er karmur um bústað hjá 14 búfólkum.

Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja búfólkunum eina dygdargóða sjúkrarøkt á fakligum høgum stigi við støði í ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum. Hetta merkir, at tú fært høvi at seta tín dám á fakligu gongdina og menningina á staðnum.

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið, men eru ikki eitt krav. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera fyrimunir.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Eisini verður væntað, at tú hevur góð evni til at vegleiða og ráðgeva starvsfeløgum, og ert við til at skapa eitt jaligt og lærandi arbeiðsumhvørvi. 

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan øki, ið eru viðkomandi fyri starvið.  Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lív við Ravnagil, deildarleiðara, á tel. 793435 ella við telduposti til livr@nbh.fo. Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 29. desember 2025.