
Kommunalur demenssamskipari
Endamálið við tænastuni er at menna, skipa og útinna tænastur til heimabúgvandi borgarar, ið eru undir útgreinan ella hava fingið staðfest demens. Eisini at økja um lívsgóðskuna hjá borgarum við demens, við at stuðla teimum í at vera sjálvbjargin og ein virkin partur í familjuni og samfelagnum sum longst.
Somuleiðis er ein uppgáva hjá kommunala demenssamskiparanum at vera kontaktpersónur og stuðla undir eini samanhangandi borgaragongd í einum tvørfakligum og tvørgerialigum samstarvi, so sum Demensklinikkin, kommunulækna, Almannaverk og Heimatænastu.
Tænastan fevnir eisini um avvarðandi. Fyri at stuðla avvarðandi í mun til broytta leiklutin í familjuni, er møguligt at fáa vegleiðing og undirvísing frá kommunala demenssamskiparanum.