
Samdøgursrehabilitering
Samdøgursrehabilitering er eitt tilboð, sum NBH bjóðar heimabúgvandi fólkapensjónistum í Norðoyggjum, ið hava ynski og tørv á at endurvinna mistar førleikar og at megna gerandisdagin aftur.
Rehabilitering er ein miðvís og tíðaravmarkað samstarvstilgongd millum borgara, avvarðandi og serkøn fólk.
Yvirskipaða endamálið er, at fólkapensjonisturin megnar gerandisdagin, hevur tamarhald á egnari tilveru, og fær møguleika fyri at búleikast heima sum longst.
Í roynd og veru snýr rehabilitering á eldraøkinum seg altíð um, at tann eldri er í miðdeplinum, sjálvur setur mál fyri rehabiliteringina, og at fakfólkini taka støði í gerandisvirkseminum hjá eldra borgaranum.
Samdøgursrehabilitering er staðsett á Sambýlinum á Heygnum og er skipað við einum tvørfakligum toymi við ergoterapeutum, fysioterapeutum, sjúkrarøktarfrøðingum og røktarstarvsfólkum, sum stuðla undir, at málið borgarin setur verður rokkið.
Kostnaðurin er 221,00 kr. um samdøgrið.
Um ein hevur tørv á samdøgursrehabilitering ber til at søkja um tænastuna við at útfylla umsóknarblaðið við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Faldari um samdøgursrehabilitering sæst her.
Til ber eisini at venda sær til rehabiliteringstoymið um nærri kunning á tlf. 793415/793460 ella senda fyrispurning við telduposti til solgerdv@nbh.fo