
Sjálvboðið arbeiði
Eldraráðið í Norðoyggjum hevur í samstarvi við Norðoya Bú- og Heimatænastu tikið stig til at skipa eina tænastu, har sjálvboðin fara út at vitja heimabúgvandi pensjónistar og pensjónstar, ið búgva á bústovni.
Nøkur dømi um sjálvbodna tænastu eru :
– Ganga túrar (eisini við koyristóli)
– Binda saman
– Upplestur
– Syngja
– Andaktir
– Spæla t.d. bingo, yatzy, o.s.fr.
– Samvera
– Minnast á gamlar dagar
– Fylgja til kafé o.a.
– Spæla ljóðføri
Hevur tú hug at gerast vitjanarvinur ella tørvar tær vitjan av einum vitjanarvini, ber til at venda sær til:
Mariu Olsen, fyrrverandi forkvinnu í Eldraráðnum, á tel. 282171.