Skærmbillede 2025 10 23 103033

Stuðul til reingerð

Vitandi um, at fleiri borgarar aftra seg við at keypa sær reingerðartænastu vegna gjaldið, tey mugu rinda, hevur stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu samtykt at veita stuðul til reingerð til teir fólkapensjónistar, ið einans hava vanliga fólkapensjón sum inntøkugrundarlag og ein mettan tørv á stuðli til reingerð.

Fíggjarligi stuðulin fevnir um reingerð svarandi til í mesta lagi ein tíma um vikuna.

Við stuðli frá NBH verður brúkaragjaldið fyri reingerðina 150 kr um tíman.

NBH hevur gjørt avtalu við reingerðarfyritøkuna Sp/f Grundvask v/ Margit og Sámal Petur í Grund um at veita reingerðartænastuna.

Til ber at søkja um fíggjarligan stuðul til reingerðartænastu við at venda sær til tel. 793400, yrkadagar millum kl. 8.00 til 15.00, ella við at útfylla umsóknarblaðið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Umsókn um tænastur

Tá ið NBH hevur móttikið umsóknina, verður umsóknin latin visitator í NBH, sum kemur at vitja fyri at meta um førleika og tørv. Játtan til stuðul er treytað av, at visitator metir, at tørvur er á reingerðarhjálp.