03A229ace1756158b822ae9e192086e6d45d47ee

Stutttíðarpláss

Fólkapensjónistar í Norðoyggjum hava møguleika fyri at fáa stutttíðarpláss í eitt avmarkað tíðarskeið. Avgerðin um játtan til stutttíðarpláss tekur støði í eini fakligari meting.

Gjald fyri stutttíðarpláss er ásett í kunngerð nr. 126 frá 17. des. 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Kunngerðin sæst her.

Kostnaðurin er 213,33 kr. um samdøgrið. Frá 1. januar 2026 verður kostnaðurin 221,00 kr. um samdøgrið. 

Um tørvur er á stutttíðarpláss, ber til at venda sær til NBH á tel. 793400 mánadag til fríggjadag millum kl. 8.00 til 15.00 ella við at útfylla umsóknarblaðið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Umsókn um tænastur