
Ven og Virka
Ven og Virka er ergo- og fysioterapieindin í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.
Ven og Virka er staðsett á Kjalarvegi 48 í Klaksvík, og hevur umframt hetta, eitt venjingarhøli í Viðareiðis Skúla.
Í Ven og Virka starvast ergoterapeutar, fysioterapeutar og heilsurøktari. Ven og Virka er skipað í toymir, har eitt toymi er fyri ergoterapeutar og eitt toymi er fyri fysioterapeutar. Deildarleiðari er Hedevig Matras og leiðandi ergoterapeutur er Sóley Sjúrðaberg.
Endamálið
í tráð við lóggávu er yvirskipaða endamálið hjá Ven og Virka, at tænastan stuðlar undir, at heimabúgvandi fólkapensjonistar kunnu búleikast heima og klára seg sjálvar sum longst. Átaksøkir eru rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, fyribyrging og heilsufremjan. Kjarnuøkið hjá ergo- og fysioterapeutum er rehabilitering, har høvuðsdentur er virkisførleiki, virkni og luttøka (aktivitet og deltagelse).
Yvirskipaða endamálið við rehabilitering er at gera tað møguligt hjá eldri fólki at liva eitt virkið, sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt, eins og góð evni at luttaka og meistra, og harvið stuðla undir góðari lívsgóðsku. Tænastuveitingar og tilboð í Ven og Virka hava eina persónsmiðsavnandi og rehabiliterandi tilgongd, og eru altíð miðvís, tíðaravmarkaði, samskipaði, fyriskipaði og grundaði á vitan.
Endamálsorðing
- Stuðla undir, at borgarin varðveitir, mennir ella endurvinnur virkisførleikan, soleiðis at borgarin er so sjálvbjargin sum gjørligt, og kann liva eitt virkið, sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.
- Stuðla undir, at borgarin kann búleikast heima sum longst og kann luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við aðrar samfelagsborgarar.
- Stuðla undir góða heilsustøðu hjá borgaranum og vera við til at fyribyrgja førleikamiss.
- Stuðla undir heilsugóð ellisár.
Málbólkur
Tænastan, sum ergo- og fysioterapeutarnir í Ven og Virka veita, fevnir fyrst og fremst um heimabúgvandi fólkapensjónistar. Harafturat fevnir tænastan í ávísan mun um bústovnarnar, sum NBH varðar av: Sambýlið á Heygnum, Norðoya Ellis- og Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu, Heimið við Vágna og Norðoya Røktarheim.
Tænastan er ætlað eldri fólki, sum uppliva ella eru í vanda fyri førleikatarni bæði likamligt, sálarligt/kognitivt og sosialt, og sum hevur við sær neiliga ávirkan á gerandisdagin.
Lóggáva
Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021
§ 1. Endamálið við hesi lóg er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Stk. 2. Endamálið við heildartænastuni er:
a) at fyribyrgja sjúku,
b) at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna borgarans,
c) at endurmenna mistan førleika,
d) at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,
e) at veita røkt og umsorgan.
§ 10 a. Kommunurnar veita endurvenjing til heimabúgvandi fólkapensjónist, ið vegna mistan førleika hevur tørv á endurvenjing. Endurvenjing verður veitt við tí endamáli, at fólkapensjónisturin:
1) kann búgva heima sum longst og
2) kann klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá kommununi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um endurvenjing, herímillum treytir fyri at fáa endurvenjing og reglur um endurvenjingarætlan og samstarv við almannaverk og sjúkrahúsverk.
§ 10 b. Kommunurnar veita viðlíkahaldsvenjing til heimabúgvandi fólkapensjónist, ið vegna ellisbrek ella sjúku hevur týðandi og varandi skert virkisføri, ið hevur týðandi ávirkan á, hvussu sjálvhjálpin fólkapensjónisturin er.
Stk. 2. Viðlíkahaldsvenjing verður veitt við tí endamáli at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar, soleiðis at fólkapensjónisturin:
1) kann búgva heima sum longst, og
2) kann klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá kommununi.
Stk. 3. Kommunurnar gera av, hvussu viðlíkahaldsvenjing verður veitt, herímillum tal av tímum til viðlíkahaldsvenjing. Innan játtanarskeiðið endar, skulu kommunurnar hava tikið nýggja avgerð um viðlíkahaldsvenjing.
Áheitan um tænastur og tilboð
Ergo- og fysioterapeutar tørvsmeta/visitera til tænastur og tilboð í Ven og Virka. Um tørvur er á venjing ella øðrum tænastum frá Ven og Virka, kunnu heimabúgvandi fólkapensjónistar, teirra avvarðandi ella fakfólk seta seg í samband við ergo- og fysioterapieindina, Ven og Virka, á tel. 793464 ella við at útfylla umsóknarblaðið við at trýsta á knøttin niðanfyri.