Ergoterapi

Allýsing av ergoterapi
Endamálið við ergoterapi er, at hvør einstakur kann fremja gerandisvirksemi. Gerandisvirksemi er aktivitetur, sum fyri tann einstaka er týdningarmikil ella neyðugur, og sum verður settur í samband við gerandisdagin, arbeiðs- og frítíðarvirksemi og luttøku í samfelagnum. Í ergoterapi verða týðandi aktivitetir nýttir at fremja heilsu, fyribyrgja førleikamissi, viðlíkahalda og menna virkisførleikan.

Ergoterapeutar fáa gerandisdagin at virka. Ergoterapeutar gera tað møguligt hjá tær at liva eitt virkið lív og luttaka í samfelagnum hóast sjúku og/ella brek. Ergoterapeutar venja kroppin, sálarlívið og heilan, og menna sansir og førleikar í samstarvi við teg. 
 
Ergoterapeuturin tekur altíð støði í málinum hjá tí einstaka menniskjanum um at endurvinna ella kompensera fyri eina avmarking í virkni ella skerdum funktiónsevni. Tí snýr ergoterapi seg um venjing í gerandisaktivitetum. Hetta kann snúgva seg um fyribyrging, endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, um broytingar í bústaðnum ella á arbeiðsplássinum, um hjálpartól – ella um at finna fram til hættir, sum gera tað møguligt at útinna dagligu aktivitetirnar, ið hava týdning fyri teg og skapa yvirlit yvir gerandisdagin hjá tær. Endamálið er ein gerandisdagur við innihaldi, har tú kanst luttaka í júst teimum aktivitetunum, tú heldur geva meining fyri teg.
Ergoterapeuturin lærur teg at nýta nýggjar teknikkir og tøkni, og tillagar umhvørvið og aktivitetirnar til, soleiðis at tú klárar gerandisdagin. Saman finna vit loysnir, sum hóska til títt lív. Til tína orku og tínar treytir. Til tíni virðir og tínar vanar.