Tænastur og tilboð

Endurvenjing
Ergoterapi og endurvenjing eru tætt knýtt saman og hava til endamáls at stuðla borgarum í at endurvinna og betra sítt funktiónsevni og lívsgóðsku eftir sjúku, skaða ella niðursett virkni. Ergoterapeuturin samstarvar við teg um at gera tillagaðar viðgerðarætlanir, sum kunnu fevna um venjing í gerandisaktivtetum, hvussu tú brúkar eitt hjálpartól og tillagingar í heiminum.
Ymiskar venjingar kunna til dømis verða:

  • Venjing í persónligum gerandisaktivitetum, sum til dømis persónligt reinføri og í/úrlating.
  • Venjing í mobiliteti/flytføri í heiminum og nærumhvørvinum, tað vil siga, at flyta seg frá einum staði til annað.
  • Venjing í heilt ella partvís at megna gerandisaktivitetir, t.d. at gera mat, keypa inn, vaska klæði, gera reint, arbeiða í hava o.s.fr.
  • Venjing í kognitivum, sálarligum og sosialum funktiónum, sum t.d. at halda skil á og skipa gerandisdagin.
  • Venjing í at nýta hóskandi hjálpartól.


Viðlíkahaldsvenjing
Viðlíkahaldsvenjing innan ergoterapi snýr seg um at halda við og varðveita funktiónsevni hjá tær. Tað vil siga, at fyribyrgja afturgongd og halda fast í teir førleikar, ið tú longu hevur. Saman tillaga vit gerandisdagin hjá tær.  
Viðlíkahaldsvenjingin kann umfata:

  • Venjing í dagligum aktivitetum (t.d. at lata seg í, gera mat, persónligt reinføri)
  • Venjing av javnvág, samskipan og rørslu fyri at forða fyri at detta
  • Nýtsla av hjálpartólum ella tillaging av heiminum
  • Venjing av minninum, tá kognitivar avbjóðingar eru
  • Motivatión og stuðul til at halda seg virkin í dagligdegnum


Rehabilitering
Rehabilitering umfatar ofta eitt tvørfakligt samstarv við onnur heilsufakfólk, so sum fysioterapeutar, læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, fyri at tryggja eina samanhangandi tilgongd. Endamálið er at stuðla tær í at náa so høgt stig av sjálvbjargni sum gjørligt og kunna taka virknan lut í samfelagnum. Í hesum arbeiði hevur ergoterapeuturin ein lyklaleiklut, við at leggja dent á praktiskar loysnir og strategiir, sum hjálpa tær at megna dagligar uppgávur meira sjálvstøðugt og við minni avmarkingum.
Ymiskar venjingar kunna til dømis verða:

  • Venjing í persónligum gerandisaktivitetum, sum til dømis persónligt reinføri og í/úrlating.
  • Venjing í mobiliteti/flytføri í heiminum og nærumhvørvinum, tað vil siga, at flyta seg frá einum staði til annað.
  • Venjing í, heilt ella partvís, at megna gerandisaktivitetir, t.d. at gera mat, keypa inn, vaska klæði, gera reint, arbeiða í hava o.s.fr.
  • Venjing í kognitivum, sálarligum og sosialum funktiónum, sum t.d. at halda skil á og skipa gerandisdagin.
  • Venjing í at nýta hóskandi hjálpartól.

Hjálpartól og búðstaðartillaging 
Ergoterapi hevur ein týdningarmiklan leiklut í bæði útvegan og nýtslu av hjálpartólum og í at gera bústaðin meira hóskandi til tín við niðursettum funktiónsevni. Hjálpartól kunnu fevna um alt frá koyristólum og gongustativum til meira framkomnar, tøkniligar loysnir, sum stuðla tær í at klára dagligar uppgávur. Ergoterapeuturin metir um tín tørv og velur tey mest hóskandi hjálpartólini. Síðani venur hon saman við tær, so tú lærir at brúka tey rætt og trygt.
Bústaðartillaging merkir at gera heimið meira funktiónelt og trygt – t.d. við at seta upp rampur, breiðka hurðar ella tillaga baðirúm og køkar. Í hesum arbeiði samstarvar ergoterapeuturin ofta við onnur fakfólk, so sum arkitektar og handverkarar, fyri at tryggja, at tillagingarnar passa júst til tín tørv. Endamálið er at styrkja sjálvbjargni og lívsgóðsku við at skapa eitt umhvørvi, sum ger gerandisdagin lættari og minkar um vandan fyri skaðum.

Dysfagi
Dysfagi er eitt yvirskipað heiti fyri etitrupulleikar. Tú kanst fáa dysfagi av ymiskum orsøkum, t.d. trupulleikar við vøddum og nervum, sum stýra tyggi- og svølgiførleikum.  
Tú hevur møguliga dysfagi, um tú upplivir minst eitt av niðanfyri standandi:

  • Trupulleikar at tyggja og svølgja
  • Hostar og harkar ofta, tá tú etur og drekkur
  • Váta ella tjúkkmælta rødd
  • Trupult at halda høvdinum
  • Óviljað lætnan
  • Afturvendandi lungnabruna ella ofta fepur

Borgarar 67 ár og eldri í Norðoyggjum hava møguleika at vera kannaði fyri dysfagi. Ergoterapeutur kannar svølgiførleikan, og hevur tú dysfagi, vegleiðir ergoterapeuturin teg í rætta konsistensi í føðslu og vætu. Um tørvur er á tí, verður vant í egnum heimi ella í Ven og Virka. 

Heilamøði
Heilamøði eru broytingar, sum kunnu møða heilan skjótari enn áður. Tá ein hevur minni orku og hevur avbjóðingar við at megna gerandisdagin og gerandisaktivitetir, má orkan raðfestast við at tillaga gerandisdagin og hvíla eftir tørvi. 
Heilamøði kann koma av aktivitetum sum millum annað:

  • Sosial tiltøk
  • Samtalur m.a telefonsamtalir
  • Innkeyp
  • Lesa og skriva
  • Hyggja sjónvarp
  • Skýggja arbeiði
  • Koyra bil

Tú kanst fáa hjálp til at handfara tína heilamøði frá ergoterapeuti.