Fysioterapi

Allýsing av fysioterapi
Fysioterapi verður veitt einstaklingum og bólkum við atliti til at viðlíkahalda, endurmenna ella endurvinna so góða rørslu og virkisførleika sum gjørligt alt lívið. Rørsla og virkisførleiki er ein fortreyt fyri eitt heilsugott lív. Fysioterapi verður veitt, har rørsla og førleiki er hótt av elli, skaða, breki ella sjúku. Fysioterapi snýr seg um at eyðmerkja og menna lívsgóðsku og betra rørslumøguleikar innan heilsufremjan, fyribyrging, viðgerð/átak, habilitering og rehabilitering. Hetta fevnir bæði um likamliga, sálarliga, mentala og sosiala vælveru.

Fysioterapi á eldraøkinum snýr seg um at varðveita, betra um ella endurvinna virkisførleika og lívsgóðsku, soleiðis at eldri borgarin kann liva eitt so virkið, innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív sum gjørligt.
Endamálið er at:

  • Fyribyrgja førleikamissi (niðursetta styrki, balansu, konditión ella flytføri)
  • Varðveita førleikarnar at klára gerandisvirkni (at ganga, reisa seg, læta seg í, gera mat, keypa inn v.m.)
  • Endurvenja mistar førleikar eftir/aftaná sjúku, skaða, falli ella innlegging á sjúkrahúsi)