Tænastur og tilboð

Ven og Virka hevur tvey venjingarhølir. Venjingarhølið í Klaksvík er staðsett á Kjalarvegi 48 og venjingarhølið á Viðareiði er staðsett í Viðareiðis Skúla. Hetta seinna er ætlað borgarum Norður um Fjall, í Norðtoftum, Depli, Norðdepli, Hvannasundi og á Viðareiði.

Fysioterapeutar samskipa venjingartilboðini: skipaða bólkavenjing, bæði í Klaksvík og á Viðareiði. Umframt hetta, er eginvenjing samskipað av fysioterapeutum, sum er eitt opið tilboð undir egnari ábyrgd.

Venjingartilboðini fevna um endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, heilsufremjandi- og fyribyrgjandi venjingar, rehabilitering og samdøgursrehabilitering.

Áðrenn venjingarskeiðið byrjar, verður ein ítøkilig venjingarætlan gjørd, har mál, innihald og tíðarskeið verður ásett. Tað hevur týdning, at eldri borgarin, ið luttekur í einum av venjingartilboðunum hjá NBH, kann samstarva, megnar virkin at taka lut í venjingini og hevur tørv á og ynski um venjing. Venjingin tekur støði í eini fakligari meting, er í samráði við einkulta borgaran og møgulig avvarðandi og verður javnan og áðrenn lokið tíðarskeið eftirmett.

Øll venjingartilboðini eru tíðaravmarkaði, tó undantikið eginvenjingin, sum er eitt opið tilboð.
Harafturat taka øll venjingartilboðini støðið í gerandisdegnum hjá tí einstaka. Venjingartilboðini fara aloftast fram í skipaðum bólkum, men kunnu eisini fara fram sum einstaklingavenjing, bæði í venjingarhølum, í heiminum og nærumhvørvinum hjá borgaranum ella á bústovnum, sum NBH varðar av.

Venjingartilboðini snúgva seg um at menna, endurvinna ella viðlíkahalda mistan førleika, bæði likamliga, sálarliga, kognitivt og/ella sosialt. Venjingin tekur støði í gerandisdegnum hjá tí einstaka og kann sostatt innibera venjing av:

  • Styrki, úthaldni, javnvág, smidleika, lungnakapasiteti v.m., tvs. grundleggjandi venjing, ið betrar um virkisføri í gerandisdegnum. Likamsvenjingin er ofta ein fortreyt fyri gerandisvirkni.
  • Nýtslu av hjálpartólum og vælferðartøkni.
  • Førleika at útinna gerandisvirkni
  • Flytføri bæði heima og uttanfyri heimið
  • Sálarligum og sosialum førleikum

Øll venjingartilboð í NBH eru ókeypis; tó er kostnaðurin fyri samdøgursrehabilitering sambært lóggávu 221 kr. um samdøgrið.

Venjingartilboðini eru, undir ávísum treytum og gjaldi, samskipaði við Serflutningstænastuna hjá Klaksvíkar Kommunu og NBH.

Venjingartilboð

Endurvenjing
Endamálsorðing:
Endurvenjing fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða og samskipaða venjing, ið hevur til endamáls, at borgarin í størst møguligan mun endurvinnur mistan førleika bæði likamliga, sálarliga, kognitivt og sosialt.

Málbólkur:
1. Heimabúgvandi fólkapensjonistar í NBH, ið vegna sjúku, skaða, ella aðrari orsøk hava ella eru í vanda fyri førleikamissi, og hava tørv á og ynski um at endurvinna ella betra virkisførleikan við venjing.
2. Fólkapensjónistar, sum eftir útskrivan frá sjúkrahúsi hava fingið eina endurvenjingarætlan og hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing.

Viðlíkahaldsvenjing
Endamálsorðing:
Viðlíkahaldsvenjing fevnir um miðvísa og tíðaravmarkaða venjing, ið hevur til endamáls at borgarin varðveitir ella viðlíkaheldur verðandi virkisførleika og sjálvbjargni, og fyribyrgir heilsuligum trupulleikum og fylgisjúkum, ið kunnu standast av manglandi virkni/inaktiviteti.
 
Málbólkur:
1. Heimabúgvandi fólkapensjonistar, ið vegna sjúku ella brek hava týðandi og varandi skert virkisføri, og hava tørv á og ynski um at fyribyrgja afturstigið av virkisførleika við áhaldandi venjing.

Heilsufremjandi- og fyribyrgjandi venjingar

Eginvenjing
Eginvenjing er eitt opið tilboð, er undir egnari ábyrgd og ætlað heimabúgvandi fólkapensjónistum, ið sjálvi megna at venja og handfara venjingarútgerðina. Eginvenjing er ofta framhald av einum endurvenjingarskeiði. Endamálið er at geva heimabúgvandi fólkapensjonistum møguleika at venja sjálvi og sostatt stuðla undir sjálvbjargni og heilsugóð ellisár. Eginvenjing er tvær ferðir um vikuna í venjingarhølunum, Ven og Virka, bæði í Klaksvík og á Viðareiði. Tilboðið í Klaksvík er samskipað við brúkararáðið fyri virkishúsið fyri eldri, Smæruna, har møguleiki er fyri ábiti og hugnaliga samveru eftir lokna venjing.

Rehabilitering
Rehabilitering er ein tvørfaklig og samskipað heildartænasta, sum stuðlar undir at tú røkkir tínum málum og fært tín tørv nøktaðan, so tú kann liva eitt so virkið, innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív sum gjørligt, grunda á egnar fortreytir.

Samdøgursrehabilitering
Fimm pláss eru í dag sett av til samdøgursrehabilitering á Sambýlinum á Heygnum.
Tilboðið er ætlað heimabúgvandi fólkapensjónistum, ið hava stóran tørv á einum tvørfakligum átaki, fyri at kunna búleikast heima sum longst og kunna liva eitt so virkið, sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt. Heimabúgvandi fólkapensjonistar, sum hava tørv á venjing, og ikki hava møguleika at gagnnýta ambulantu venjingartilboðini sum Ven og Virka bjóðar, verða raðfest í samdøgursrehabiliteringini.

Onnur venjingartilboð í Ven og Virka

Klaksvíkar kvøldskúli
Venjingarhølini hjá Ven og Virka í Klaksvík er eisini karmur um venjing hjá borgarum 60 ár og eldri, hvørs kvøldskúlatilboð Klaksvíkar Kvøld-, ungdóms- og listaskúli (KKS) skipar fyri. 
Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.kks.fo 

Hjálpartól/hjálparráð
Heimabúgvandi fólkapensjonistar, ið hava tørv á at bøta um/kompensera fyri førleikamissi, kunnu ókeypis lána ávís hjálpartól frá deildini fyri Hjálpartól í Almannaverkinum. Endamálið er, at eldri borgarin, sum hevur førleikatarn, kann liva eitt so virkið, sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív sum gjørligt, og kann búleikast heima sum longst. Hjálpartólini kunnu fevna um flutning/flytføri, húsarhald, persónligt reinføri, trygdartelefon, sjónhjálpartól.
Nærri kunning sæst á heimasíðuni www.av.fo 
Tænastuveitingin fevnir ikki um kropsborin hjálpartól, ella um vanligt innbúgv ella brúkslutir.
Fysioterapeutur metir um, bíleggur og vegleiðir í nýtslu av bíløgdu hjálpartólum.

Bústaðarbroytingar 
Heimabúgvandi fólkapensjonistar við munandi og varandi avmarkaðum likamligum og sálarligum førleika, kunnu fáa stuðul til bústaðarbroytingar, tá ið broytingin er neyðug fyri at gera bústaðin betur egnaðan hjá viðkomandi at búleikast í. Talan er bert um neyðugar broytingar í mun til serlig hjálpartól. Bústaðarbroytingar fevna um bæði heimið ella íbúðina, og av uttandura atkomuviðurskiftum. Fysioterapeutar meta um tørv og sendir umsøkn, og Almannaverkið ger eina meting av og tekur avgerð um, hvørjar broytingar eru neyðugar.