
Virkishúsið Smæran
Virkishúsið Smæran er eitt tilboð til allar borgarar yvir 60 ár, har tey kunnu hava ymisk virkistilboð, ið fremja heilsu, trivnað og møguleikar fyri at skapa netverk og vinabond.
Týsdag kl. 9-12 er drekkamuður at fáa.
Týsdag kl. 15 møtast limir í pensjónistafelagnum Hugna.
Týsdag kl. 19 er tiltak fyri menn.
Hósdag kl. 9-12 er drekkamuður at fáa.
Hósdag kl. 14 hittast kvinnur til hugna og at seyma teppir.
Tilboðini eru ikki privat og skulu vera óheft politiskt og átrúnaðarliga; tó kunnu búfólk á Sambýlinum á Heygnum, Sambýlinum í Bøgøtu, Norðoya Ellis og Vistarheimi og Norðoya Røktarheimi leiga Smæruna til egnar føðingardagar og merkisdagar, eins og Smæran kann leigast út til felagsskapir, ið hava tilknýti til fólk yvir 60 ár.
Tað stendur øllum frítt at koma við uppskotum ella at fyriskipa tiltøk; tó er tað eitt brúkararáð í Smæruni, sum samskipar tiltøkini. Tey, ið mannað búkararáðið, eru: Jona Nielsen, Poul Havn, Erland Frederiksberg og Jetta Ellingsgaard.
Reglugerðin fyri virkishúsið Smæran sæst her.
Tpost smaran@nbh.fo
Adressa:
Kjalarvegur 48
700 Klaksvík