1 2 3 5 4

13-02-2026

Borgarar skulu stuðlast til at klára seg heima sum longst

Starvsfólk í NBH eru í hesum døgum á innanhýsis skeið, har tey menna førleikar innanfyri rehabilitering. Ein tørvur, sum serliga fer at gagna borgarum, sum ynskja at búgva heima sum longst.

Tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, gjørdi Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, eina umfatandi støðulýsing av økinum, sum m.a. fevndi um ynskir og tørv hjá borgarum, sum fáa tænastur frá NBH. 

Ein greið niðurstøða varð, at borgarar ynskja at búgva heima sum longst, og tí hava tænasturnar hjá NBH eisini stuðlað undir hetta ynski. Men tað er ein sannroynd, at so hvørt fólk eldast, so kann sjálvbjargni av ymiskum orsøkum vikna. Tað er tí sera umráðandi at eldri eru so virkin sum møguligt. Ein týðandi liður í hesum er at eggja og stuðla borgarum at klára gerandisuppgávur í heiminum.

Tað er í hesum sambandi, at NBH hevur ment eitt innanhýsis skeið, sum skal førleikamenna og stuðla starvsfólkunum við hesi uppgávuni.  

Sambýlið á Heygnum hevur seinastu árini verið karmur um samdøgurðsrehabilitering. Tað er tí í fyrstu atløgu tey, sum starvast á Sambýlinum á Heygnum og í Heimatænastuni, sum taka hetta skeiðið.

Í roynd og veru snýr rehabilitering á eldraøkinum seg um, at borgarin er í miðdeplinum, og sjálvur setur mál fyri rehabiliteringina. Heilsu- og røktarstarvsfólkini skulu síðani stuðla undir, at málið, borgarin setur, verður rokkið.

Tað er fyri stóran part leiðandi starvsfólk í NBH, sum undirvísa í rehabilitering.