27-11-2025
Felags jólahugni í NBH
Seinastu árini hevur verið siðvenja hjá Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Búð- og heimatænastu at skipa fyri jólahaldi fyri øllum starvsfólkunum. Endamálið er at koma saman til hugnaliga samveru og at heiðra teimum starvsfólkum, sum hava havt starvsdag í árinum.
Ymiskt hevur verið, hvussu hendan hugnaløtan hevur verið skipað. Nøkur ár hava øll starvsfólkini í Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu verið til felagshald í KÍ høllini, men í ár varð jólahugnin í tveimum. Týskvøldið fyri starvsfólkunum í NBH og mikukvøldið fyri starvsfólkunum hjá Klaksvíkar kommunu.
Á skránni var tónleikur, lætt ábit, starvsheiðranir og røða frá Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformanni í NBH. Eisini Marna E. Jensen, stjóri í NBH, nýtti høvi at takka starvsfólkunum í NBH fyri góða tænastu.
Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu vórðu hesi heiðraði:
10 ára starvsdag
Elinor Nolsøe
Joan Højgaard
Rúna L. Josephsen
20 ára starvsdag
Einar Klakkstein
Ella Olsen
25 ára starvsdag
Tórgerð Jacobsen
35 ára starvsdag
Rósa Hammer
40 ára starvsdag
Birgit Klakk
Erna Johannesen
Petrina Mikkelsen