Thala Ann Harald Kopi

12-02-2026

Næmingar fáa løn undir útbúgving

NBH hevur undirskrivað fyrstu sáttmálarnar við heilsuhjálpara- og heilsurøktaranæming um løn undir útbúgving. 

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, játtaði í fjør pening til løn til nakar næmingar, sum ynskja at fara undir útbúgving á Heilsuskúlanum. Hetta er ein liður í ynskinum um, at fáa enn fleiri at taka útbúgving sum heilsurøktari og heilsuhjálpari. 

Leiðslan í NBH hevur síðan gjørt eina mannagongd, og longu nú eru tveir sáttmálar undirskrivaðir. 

Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur, at hon fyrst og fremst fegnast um, at ynski er at útbúgva seg innan fakið. Vit hava ein sera dugnaligan starvsfólkahóp, men tað er ein sannroynd, at tørvurin á útbúnum starvsfólkum longu er sera stórur og fer at økjast, og tí gleðist eg um, at vit kunnu stuðla undir møguleikan at nema sær útbúgving, sum vit eisini vóna kemur okkara øki til góðar.  

Góða eydnu við útbúgvingini, Thala Ann og Harald.