12-12-2017
Starvsfólk hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu heiðrað fyri trúgva tænastu
Seinasta fríggjadag var skipað fyri einum serligum starvsmerkisdegi, tá ið starvsfólk hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu fingu heiðursgávu, fyri at hava starvast ávíkavist 10, 20, 25 og 30 ár.
Øll starvsfólkini hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu vóru boðin til hátíðarhaldið, sum var ein serlig jólaløta við hugleiðing, framløgu og sangi frá Bárði á Lakjuni.
Til hátíðarhaldið hugleiddi Hanus á Gøðrum, um hvat umsorgan merkir. Hann nevndi m.a., at vit skulu geva okkum stundir til tað heila menniskja, tí tað hevur stóran týdning, at vit bæði tryggja umstøðurnar hjá tí einasta brúkaranum, og geva okkum tíð til at samskifta, og vísa umsorgan.
Eisini Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari hjá Norðoya- Bú og Heimatænastu, nýtti høvið at upplýsa fjøldina um, tey átøk sum eru sett í verk síðan strategiin bleiv løgd fram í 2016.