8B2a531fefd6c2de0d05226f38848bf0224d396c

Lesandi og næmingar

NBH er starvsvenjingarstaður hjá sjúkrarøktarfrøðilesandi, heilsurøktara- og heilsuhjálparanæmingum. Eisini hava vit av og á ergoterapeutlesandi, fysioterapeutlesandi og farmakonomnæmingar. Vit meta hetta sum eina týdningarmikla uppgávu og neyðugt fyri at menna praksis. 

Eru ynskir um at koma í starvsvenjing hjá NBH kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á tel. 793400 yrkadagar millum kl. 8.00 til 15.00 ella við at senda teldupost til nbh@nbh.fo